🎵
LETRA
Ormurin Langi [1.] Viljið tær hoyra kvæði mítt, vilja tær orðum trúgva, um hann Ólav Trygvason, hagar skal ríman snúgva. Glymur dansur í høll, Dans sláið ring Glaðir ríða Noregs menn til Hildar ting. [3.] Knørrur var gjørdur á Noregs landi, gott var í honum evni: sjútti alin og fýra til, var kjølurin millum stevna. Glymur dansur í høll, Dans sláið ring Glaðir ríða Noregs menn til Hildar ting. [8.] Har kom maður á bergið oman við sterkum boga í hendi: "Jallurin av Ringaríki hann meg higar sendi." Glymur dansur í høll, Dans sláið ring Glaðir ríða Noregs menn til Hildar ting. [10.] "Einar skalt tú nevna meg, væl kann boga spenna, Tambar eitur mín menski bogi, ørvar drívur at renna." Glymur dansur í høll, Dans sláið ring Glaðir ríða Noregs menn til Hildar ting. [11.] "Hoyr tú tað, tú ungi maður, vilt tú við mær fara, tú skalt vera mín ørvargarpur Ormin at forsvara." Glymur dansur í høll, Dans sláið ring Glaðir ríða Noregs menn til Hildar ting. [12.] Gingu teir til strandar oman, ríkir menn og reystir, lunnar brustu og jørðin skalv: teir drógu knørr úr neysti. Glymur dansur í høll, Dans sláið ring Glaðir ríða Noregs menn til Hildar ting. [71.] Einar spenti triðja sinni, æt1ar jall at raka, tá brast strongur av stáli stinna, í boganum tók at braka. Glymur dansur í høll, Dans sláið ring Glaðir ríða Noregs menn til Hildar ting. [72.] Allir hoyrdu streingin springa, kongurin seg undrar: "Hvat er tað á mínum skipi, so ógvuliga dundrar ?" Glymur dansur í høll, Dans sláið ring Glaðir ríða Noregs menn til Hildar ting. [73.] Svaraði Einar Tambarskelvir kastar boga sín "Nú brast Noregi úr tínum hondum, kongurin, harri mín !" Glymur dansur í høll, Dans sláið ring Glaðir ríða Noregs menn til Hildar ting. [30.] Nú skal lætta ljóðið av, eg kvøði ei longur á sinni; nú skal eg taka upp annan tátt; dreingir leggi í minni ! Glymur dansur í høll, Dans sláið ring Glaðir ríða Noregs menn til Hildar ting.
◎ Más canciones de Tyr
Ver artista#TítuloÁlbumDuración
- 1A Media LuzSingle--:--
Tyr
- 2Ahead Of The PackSingle--:--
Tyr
- 3AliveSingle--:--
Tyr
- 4Another fallen brotherSingle--:--
Tyr
- 5Balls To The WallSingle--:--
Tyr
- 6Blood of HeroesSingle--:--
Tyr